Ongi úrslit

Skipanes er handað Smyril Line

Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.
25. august kl. 13:28

Smyril Line hevur í dag fingið handað farmaskipið Skipanes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina.

Skipanes er fyrra av tveimum nýggjum Ro-Ro farmaskipum, sum Smyril Line hevur latið byggja. Skipini eru partur av eini størri íløgu í at endurnýggja og framtíðartryggja flotan.

“Vit eru sera fegin um, at Skipanes nú er vorðið partur av flotanum hjá Smyril Line. Skipið fer at styrkja okkara flutningstænastur í Norðuratlantshavi og er samstundis ein týðandi varði í menningini av felagnum og flotanum” sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.

Skipanes fer nú undir ferðina heim úr Kina. Nærri kunning, nær skipið kemur til Føroya og fer í sigling, kemur seinni.

Sí video