Ongi úrslit

Samkynd í Føroyum: Annika S. Vang hevur upplivað stórar broytingar

Edmund Jacobsen
31. juli kl. 09:06

Frá deyðshóttanum og hvøssum politiskum stríði til eitt vanligt familjulív mitt í Havn. Annika S. Vang greiðir frá, hvussu nógv korini hjá samkyndum í Føroyum eru broytt, og hvussu hon sjálv hevur staðið mitt í stríðnum fyri javnrættindum. 

Í dag eru konan og fýra børn teirra fremst í huga, og ynskið um frið kring familjuna vigar tyngri enn áður. 

Men hóast stór framstig heldur Annika, at summir partar av LGBT+ hópinum framvegis hava stórar avbjóðingar – serliga ung tvørkynd fólk.