Ongi úrslit

Fara skjótt at skanna summar kvinur fyri bróstkrabba í Klaksvík

Áki Bertholdsen
26. august kl. 10:02

Nú er komið væl áleiðis við fyrireikingunum til at fara undir at skanna kvinnur fyri bróstkrabba í nýggja skannaranum í Klaksvík.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna í heilsumálum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hvussu gongur at fyrireika at skanna kvinnur fyri bróstkrabba í Klaksvík.

Landsstýriskvinnan sigur, at tað fyrireikandi arbeiðið er komið væl áleiðis, men tað er ikki liðugt enn. Men tey vænta, at tað verður fyrst í novemgur, at farast kann undir at skanna kvinnur fyri bróstkrabba í Klaksvík.

Tað verður ein læknafaklig avgerð um ein kvinna skal skannast í Klaksvík ella á Landssjúkrahúsinum. Tað veldst um, hvør styrki skal brúkast til eina ávísa skanning og um kvinnan er skurðviðgjørd í bróstunum og hevur fingið implantatir, har tað ikki ber til at brúka ein 3T skannara.

Sum tað áður er boðað frá, kunnu MR-skanningar av brósti ikki setast í staðin fyri mammografikanningar, men verða í ávísum førum nýttar sum eitt ískoyti til mammografi.

Skanningarnar verða serliga nýttar hesum viðvíkjandi:

• Til kvinnur, sum - arvaliga - eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba
• Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð
• Evropeiskar leiðreglur mæla til, at MR verður eitt ískoyti hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað.