Ongi úrslit

Bjørg B. Egholm: - Fleiri kvinnur velja flokkar, ið raðfesta javnstøðu

Ragnar Sjúrðarson
1. august kl. 16:48

Bjørg Brynhildardóttir Egholm heldur ikki, at tað er av tilvild, at fleiri kvinnur velja at stilla upp fyri teir flokkarnar, sum hava fokus á kvinnurættindi. Hon sigur, at tað hevði stóran týdning fyri hana at hava kvinnuligar politikarar at síggja upp til. Samstundis leggur Bjørg dent á, at tað er avgerandi, at allir samfelagsbólkar eru umboðaðir í bæði løgtinginum og landsstýrinum.