Í dag viðgerð Løgtingið uppskot frá landsstýrinum um at lata útróðrarbátar í bólki 5B 750 fiskidagar afturat.
Og til tíðir var orðaskifti hart, hvast, serliga tí at bæði fiskifrøðin, og nógv tey flestu í vinnuni, mæla frá at gera tað.
Serliga stóðu Ben Arabo og Fróði Magnussen fyri skotum. Ben Arabo var formaður í Nýskipanarnevndini og Fróði Magnussen var formaður í Búskaparráðnum.
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísti á, at tá ið teir vóru formenn í ávikavist Nýskipanarnevndini og Búskaparráðnum, løgdu teir stóran dent á, at hvussu neyðugt tað var hjá politikarum at fylgja vísindini.
Men nú teir eru komnir hinumegin borðið, og eru á Løgtingi, »skíta teir á vísindina«, sum Liljan Weihe málbar seg.
Ben Arabo, sigur, at tey hava lurta eftir vísindini og vinnuni, men at tey eru vald at taka eina avgerð, sum tey halda er røtt og gagnlig, og tað er júst tað, tey gera. Hann vísir á, at bólkur 5B er tann veikasti og minsti í fiskivinnuni og tey hava ov fáar dagar og tað gera tey nakað við.